Donsk og svensk bløð skriva í kvøld, at filmurin The Danish Girl er bannaður í seks londum í Miðeystri. Londini eru Katar, Kuvait, Oman, Barain, Sameindu Emirríkini og Jordan.
Tað er hin kendi leikstjórin Tom Hooper, ið hevur gjørt filmin, sum hevur svensku Aliciu Vikander og Eddie Redmayne í høvuðsleiklutunum.
Tey eru bæði í uppskoti at vinna Oscarvirðislønir fyri avrikini.
Filmurin sigur søguna um heimsins fyrsta mann, danska Einar Wegener, sum eftir skurðviðgerð bleiv til kvinnu. Hann doyði stutt eftir viðgerðina.
Filmurin The Danish Girl brýtur niður allan moral, siga tey seks londini, ið hava sett fullkomið bann at vísa filmin í teirra biohøllum. PACE, sum er parlamentariska Evroparáiðið, mótmælir avgerðini hjá teim seks londunum at banna film á henda hátt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo