Verjumál eru sambært heimastýrislógini felagsmál. Tað merkir, at ræðisrætturin liggur í Keypmannahavn.
Tí kundi danska stjórnin gera, sum hon gjørdi í kalda krígnum, tá føroyskir myndugleikar vórðu hildnir uttan fyri allar avgerðir. Men fyri tað, um danska stjórnin hevði rætt til tað juridiskt, var tað blóðskeivt politiskt.
Endamálið var at verja vesturlendska fólkaræðið móti totaliterum londum, men Danmark setti føroyska fólkaræðið til viks í prosessini. Ein søguligur skammarblettur.
Men nú hevur stjórnin tikið betri partar fyri seg.
NATO heldur, at tørvur er á einum radara í Føroyum, tí ein geiri er millum Føroyar og Norra, har samgongan einki yvirlit hevur í løtuni. Í august mánaði var Jenis av Rana á sínum fyrsta fundi við danska verjumálaráðharran um málið. Síðani hava verið fleiri aðrir fundir, eins og løgmaður er kunnaður.
Ikki fyrr enn í farnu viku - sjey mánaðir eftir fyrsta fundin - var landsstýrismaðurin í løgtinginum við málinum.
Tað er als ikki í lagi.
Nú er so ein semja gjørd í Danmark um at brúka knappar 400 milliónir til radaran. Hon skuldi ikki verið gjørd fyrr enn eftir eina viðgerð í Føroyum.
Men hetta er ikki kalda kríggið umaftur. Fyri tað fyrsta ER landsstýrið kunnað í góðari tíð, og fyri tað næsta verður frá danskari síðu gjørt greitt, at uppsetingin er treytað av, at Føroyar siga ja. Sigur løgtingið nei, kemur eingin radari. Og tað er, sum tað skal vera.
Tað, sum nú skal til, er ein saklig og faklig viðgerð av málinum.
Danin er fanin
Men Tjóðveldið vil nakað annað. Flokkurin liggur tungt í sjónum, og tað er týðiligt, at hetta málið skal nýtast sum ein lopfjøl til at skapa maksimalan spenning millum Føroyar og Danmark.
Tað, sum Óli Petersen í eini tekning kallaði "Danin er fanin", skal á skrá. Og so ger tað minni, um bæði sakligheitin og sannleikin rúka av í svinginum.
Høvuðsmyndin, sum skal málast, er, at Danmark áður hevur spart milliardir uppá at "gera Føroyar til bumbumál".
Í Breddanum 26. januar segði Høgni Hoydal, at "Danmark hevur spart, bara frá 1962 og fram til 1989, 30 milliardir krónur uppá at brúka Føroyar í hernaðarpolitiskum høpi."
Útrokningarnar, sum hesin pástandur byggir á, eru sera, sera kryptiskar og umstríddar (sí s. 186 í bókini "2000"). Og skulu tær takast í álvara, er meginparturin av teimum 30 milliardunum fyri herstøðir í Grønlandi - ikki í Føroyum.
HH segði í somu sending, at "Vit hava seinni fingið staðfest við teimum kanningum, sum vórðu gjørdar, at Føroyar vóru eitt bumbumál. Tað vil siga, at tað hevði verið tað fyrsta staðið, sum bleiv bumbað undir einum kríggi millum stórveldini."
Ein radari kann vera eitt bumbumál - í teoriini. Men um eingi NATO-lond høvdu radarar, høvdu vit øll verið opin bumbumál - í veruleikanum. Endamálið við slíkum radarum er fyribyrging. Og framvegis er einki NATO-land álopið.
Tað veit HH. Kortini endurtikur hann upp í saman, at Danmark "gjørdi okkum til eitt bumbumál" - sum um tað var sjálvt endamálið við tí radara, sum stóð her undir kalda krígnum.
Referat frá fundi, ið aldrin var
Hann kom eisini við hesum áhugaverdu upplýsingum: "Føroyar liggja hernaðarliga innan fyri bretska trygdarøkið. Tað fingu vit staðfest, tá vit vóru í samráðingum við NATO og tosaðu við teir undir fullveldissamráðingunum. Og NATO segði: Ja, vit eru kanska ikki beinleiðis áhugað í at tit blíva limir, tí óansæð hvat hendir í Føroyum, so verður tað Bretland, sum ger nakað her."
Hetta var sera løgið at hoyra, tí tað var púra ósatt. HH sat í útvarpinum og endurgav frá samráðingum, sum aldrin hava verið...
Tað er eisini skeivt at siga, at "Bretland" verjir okkum. Tað ger NATO. Og tað er NATO - og altso eisini Bretland - sum vil hava radaran settan upp.
Men søgan hjá Tjóðveldinum er, at Danmark "brúkar" Føroyar, ger Føroyar til "fyrsta bumbumál" og sparir tíggjutals milliardir uppá at gera tað. Tí skulu vit í staðin seta ein radara upp sjálv, og síðani selja bretum upplýsingarnar, sum hann gevur. Tí meðan Danmark er óreint, so er Bretland vinaligt. Bretland ger okkum ikki til bumbumál, men verjir okkum - og er enntá sinnað at rinda okkum pengar afturfyri...
Onkur journalistur kundi spurt: Um radarin er bumbumál, um Danmark setir hann upp, er hann so ikki eisini bumbumál, um Føroyar seta hann upp? Og er tað, sum Tjóðveldi vil, so ikki at gera Føroyar til bumbumál - fyri egna rokning?
Mann kundi eisini spurt: Hvussu sannlíkt er tað, at Bretland vil geva okkum pengar afturfyri tær upplýsingar, sum Bretlandi tørvar fyri at kunna verja okkum?
Samanumtikið er tað, Tjóðveldi sigur, ósatt, óbúgvið og ógreitt.
Men tað partapolitiska endamálið er greitt: Danin er fanin!
Føroyskir fíggindar
Atkvøðurnar, sum Tjóðveldi skal hava burtur úr rumblinum, kunnu kortini ikki koma úr Danmark. Tí ræður um eisini at skapa fíggindamyndir í Føroyum.
10. februar skrivaði HH á Facebook, at "Á fólkatingi ganga tvey umboð vald úr Føroyum, sum vita meira um hesa avgerð hjá donsku stjórnini enn okkara fólkavalda ting. Tey eru partar av donskum flokkum, sum hava tikið avgerðina, og tað hevur ikki hvøtt úr teimum."
Søgan er altso, at Edmund og eg óbeinleiðis hava verið við til at taka avgerðina - og hava dult tað.
Men søgan er ósonn. Edmund kann svara fyri seg, men eg havi óteljandi ferðir kravt, at endaliga avgerðin um hetta skal takast í Føroyum. Bæði á afturlatnum fundum, á opnum fundum og í fólkatingssalinum. Og eg havi sett stjórnini 10 skrivligar spurningar um málið, júst fyri at varpa ljós á tað.
Tað veit HH. Men fakta hevur lítlan týdning, tá tann "rætta" søgan skal sigast.
Fyri ordiliga at skera út í papp, hvussu illa danir - og føroysku skutilssveinar teirra - útnytta Føroyar, nýtti HH hesa myndina í Degi & Viku 11. februar: "Hvat hevði tú sagt, vissi tú hoyrdi í fjølmiðlunum, at nú hevur onkur samráðst um húsið hjá tær, hvat tað skal brúkast til, og har skal standa ein missil í kjallaranum? Hetta ber slett ikki til."
Missil í kjallaranum? Seriøst?
Ja. Tað er seriøst, at mann kann vera so óseriøsur um eitt álvarsmál.
"Imperialisma"
Annika Olsen er eisini kroyst. Fyrst tapti hon býráðsvalið, og so bleiv hon tvingað til at stemma ímóti broytingini í barsilsskipanini.
So Annika má flyta fokus, og hevur eisini kastað seg yvir hetta málið. Hon er blivin sum eitt ekkó av Høgna Hoydal. Endurtekur konstant søguna um tær spardu milliardirnar, krevur at vit skulu hava "klekkiligt gjald" afturfyri, um radarin verður settur upp, og skrivaði soleiðis á Facebook 10. februar:
"Tað kann undir ongum, als ongum umstøðum góðtakast, at danir taka eina so týðandi avgerð um at seta ein radara upp á Sornfelli uttanum føroyska viljan og løgtingið. Ikki so mikið sum ein kunning er komin til uttanlandsnevndina um hetta. Hetta er undir alt lágmark, og vónandi stendur alt løgtingið saman um, at átala hesa grovu imperialistisku framferð!!"
Men altso: Tað er hennara egna landsstýri, sum ikki hevur kunnað Uttanlandsnevndina. Og úr Danmark er gjørt greitt, at endaliga avgerðin liggur í Føroyum.
Veit Annika hvat "imperialisma" merkir? Og heldur Fólkaflokkurin ikki, at Føroyar hava nakra sum helst ábyrgd mótvegis okkara sameindu?
Vandi á ferð
Tað er ikki óndskapur frá NATO ella Danmark, sum ger, at radarin eftir teirra tykki skal setast upp. Tað er ótti. Og tað er ikki bara NATO, sum óttast.
Svøríki og Finnland standa uttan fyri NATO. Svøríki økir sína játtan til verju við 40 % komandi árini, tí russisk hernaðarskip og -flogfør aftur og aftur koma inn í svenskt øki. Og Svøríki og Finnland hava í eini heilt serligari avtalu gjørt av, at herdeildirnar hjá øðrum landinum kunnu koma undir kommando hjá hinum landinum.
Orsøkin er ikki, at norðurlendsku brøðratjóðirnar eru krígsgalnar. Tær bera veruligan ótta fyri, hvat Russland kann finna uppá. Tað eru tíverri mong prógv um, at tað er býtt at vera naivur.
Men í Føroyum hevur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, av tingsins røðarapalli boðað frá, at hann "ikki kundi skitið meira á tað", um russisk flogfør ólógliga vóru í føroyskum loftrúmi - um tey so vóru her hvønn dag.
Fleiri røddir siga eisini, at vit ikki skulu seta radaran upp, tí tað kann skaða viðurskifti okkara við Kina og Russland - altso heimins valdsmestu diktatur.
Radarin hevur sum endamál at kunna fylgja við. Hann er eitt eyga. Um Russland og Kina ikki tola tað, sigur tað nokk so nógv í sær sjálvum. Og um vit koma har til, at vit siga nei til ein NATO-radara og ja til russisk hernaðarflogfør, hvar eru vit so?
Hvat við viðurskiftunum við grannalondini? Hvat fara t.d. Norra, Ísland ella Bretland at siga, um vit blankt nokta fyri at vera við til felags verjuna? Hvat fara tey at siga, um tey hoyra um hugsanina hjá t.d. Jacobi Vestergaard?
Løgmaður er púra greiður um, at Føroyar strategiskt eru og skulu vera eitt vestanland og eitt NATO-land. Men hvar standa Fólkaflokkurin og Tjóðveldi í hesum heilt grundleggjandi spurningi? Tað er ikki so greitt.
Alt á borðið
Málið um radaran bleiv viðgjørt á fundi í floksleiðslu Javnaðarfloksins leygardagin. Sakliga og róliga. Men eingin avgerð bleiv tikin, tí vit vita ov lítið.
Kravið nú er at fáa alt á borðið, so løgtingið kann taka støðu á fult upplýstum grundarlag. Alt tað, sum NATO byggir síni ynski um radaran á, skal løgtingið hava innlit í.
Metir flokkurin ikki, at grundgevingarnar eru haldgóðar, sigur hann nei. Heldur flokkurin tað vera neyðugt, at radaran kemur, sigur hann ja. Og so skulu vit sjálvandi seta krøv, sum gera, at føroyska samfelagið fær maksimalt burturúr.
Eg kann ikki siga, hvør endaliga støðan verður. Men Javnaðarflokkurin fer ið hvussu er at viðgera tað við tí álvara, sum tað krevur. Hetta er ov álvarsamt til partapolitiskan taktikk.
Sjúrður Skaale
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo