Filmsfelagið: Í samstarvi við Filmshúsið fer leikstjórin, Charotte Sieling (f.1960) at innleiða sýningina við nýggja filminum "Margreta hin Fyrsta" 29. september.
Í stórari samrøðu við filmstíðarritið Ekko sigur leikstjórin, at Margreta hin Fyrsta er hennara fyrimynd.
Í filminum eru vit í árinum 1402, tá ein kvinna stendur á odda fyri einum nýggjum norðurlendskum stórríki, Kalmarsamveldinum.
Margreta hin Fyrsta (Trine Dyrholm) hevur savnað Danmark, Noreg og Svøríki og fingið tey trý londini at ganga saman í ein ríkjafelagsskap, sum hon einsamøll stýrir gjøgnum ættleidda sonin, Erik kong.
Nógvir fíggindar liggja eftir henni og Ríkinum, og Margreta I ætlar tí at fáa Erik giftan við ensku prinsessuni Philippu. Eitt tílíkt samband við Ongland vildi styrkt Kalmarsamveldið og verið ein vernd móti álopum, hugsar hon.
Men svikaráð, sum kunnu kosta alt, verða løgd móti henni.
Nýggi søgufilmurin um Margretu I verður sýndur í Filmsfelagnum mikudagin 29. september.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo