Samráðingarnar millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn halda fram.
Seinnapartin hava arbeiðsbólkar við umboðum fyri allar tríggjar flokkar sitið og viðgjørt ymisk málsøki, sum skulu við í ætlaða samgonguskjalið.
Kringvarpið skrivar, at evnini, sum arbeiðsbólkarnir viðgera, eru m.a. mentan, vinnumál, heilsumál og samferðsla.
Í gjár slitnaðu samráðingarnar millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Framsókn.
Sambandsflokkurin vildi lækka ríkisveitingina, men kravið um blokkniðurskurð var tó so mikið stórt, at fíggjarliga hekk tað ikki saman, segði Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, við KVF fyrr í dag.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo