Í mars í 2017 brendi bilverkstaðið í Sandavági har sp/f Carro hevði havt sítt virksemi síðani 1992.
Bygningurin var júst uppstiðjaður, so hettar var ein dyggur smeitur fyri felagið.
Carro flutti beinanveg í fyribils hølir í Miðvági og har hevur felagið húsast síðan.
Eftir at virksemi kom í gongd aftur, fóru fyrireikingarnar, at byggja ein nýggjan bygning av bakkastokki.
Arbeitt var við nógvum ymsum loysnum, og keypti felagið í 2019 eitt vinnuøkið á Hálsi, beint við Vága Floghavn. Økið er góðar 4300 m2 til støddar.
Loysnin bleiv ein bygningur, sum tilsamans er góðar 900 m2.
Byggingin byrjaði á sumri í 2020 og nú í september 2021, er klárt at flyta inn í bygningin.
Umframt alt mekaniskt arbeiðið, kemur Carro framyvir eisini at gera alt plátu/lakeringsarbeiðið og umvæla El-bilar.
Nýggj lakeringsdeild, við klárgerðingarumstøðum og nýggjari sproytukabinu, er sett upp, og tískil eru góðar umstøður, at gera tað arbeiðið.
Lyftir og arbeiðsøkir eru serliga til El-bilar, og her kemur Carro at fáa góðkenning til El-bilar.
Verkstaðið hjá Carro er eisini góðkent av Akstovuni til umsýn.
Felagið hevur góða arbeiðsmegi og at byrja við koma tað at verða 5 fólk. Væntast kann, at onkur legst afturat, tá virksemi er komi í gongd.
Stjóri í sp/f Carro er Niels Nattestad.
Ætlanin er, at vísa bygningin fram og hátíðarhalda dagin tá eitt sindur av tíð er fráliðin. Hettar verður so kunngjørt seinni.
Arbeitt verður í hesum døgum við at flyta út í nýggja bygningin. Sostatt fer alt virksemi hjá felagnum at halda til á Hálsi 2, á ídnaðarøkinum við flogvøllin, frá hósdegnum 23. september.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo