Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Javnaðarflokkurin á Fólkatingi: Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur leingi havt varhuga um, at viðgerðartíðin fyri umsøkjarar um ríkisborgararætt í Føroyum í miðal er longri enn fyri umsøkjarar í Danmark.

Nú váttar danska stjórnin í svari til Sjúrð Skaale, at viðgerðartíðin hjá umsøkjarum um ríkisborgararætt í Føroyum er munandi longri enn hjá umsøkjarum í Danmark

Á heimasíðuni hjá útlendinga- og integratiónsráðnum stendur, at viðgerðartíðin í miðal er 22 mánaðir, men eftir at hava fingist við nógv føroysk mál um ríkisborgararætt, fekk Sjúrður Skaale illgruna um, at viðgerðartíðin var longri fyri umsøkjarar í Føroyum.

Hetta hevur fólkatingsmaðurin nú fingið váttað.

Hann hevur reist spurningin, og í svari frá ráðharranum stendur, at viðgerðartíðin fyri umsøkjarar í Føroyum og Grønlandi í miðal er 27 mánaðir – altso fimm mánaðar longri enn fyri umsøkjarar í Danmark.

Ráðharrin sigur víðari, at hann í hesum sambandi hevur gjørt av, at framyvir skulu málsviðgerðir úr Føroyum og Grønlandi byrja fyrr til tess at tryggja eina einsháttaða viðgerð í ríkinum.

Sjúrður Skaale fegnast um, at hetta stig verður tikið, men kallar tað samstundis “undir alt lágmark”, at umsøkjarar í Føroyum ikki eru viðfarnir á sama hátt sum umsøkjarar í Danmark tá um bíðitíðina ræður.

Spurningur og svar síggjast her

Og hetta er bert eitt dømi um, at alt ikki er sum tað skal. Javnaðarflokkurin hevur latið gera eina frágreiðing um útlendingamál, sum kan lesast her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo