Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Búskaparráðið fekk einaferð eina rætting frá grannskoðanarvirkinum Januar um at teirra tøl ikki kundu brúkast, men í nýggju frágreiðingini hjá Búskaparráðnum stendur nú "grannskoðanarvirkjum" og ikki Januar, tóat tølini eru tey somu.

Miðlarnir hava fingið áheitan um ikki at almannakunngera frágreiðingina hjá Búskaparráðnum fyrr enn mánadagin fyrrapart, og tað er heldur ikki ætlanin at gera. Men miðlarnir hava fingið frágreiðingina at lesa.

Í frágreiðingini frá Búskaparráðnum á vári 2020 skrivar ráðið: ”Tølini í útrokningini vóru frá 2012 og roknskapartilfarið til hesar útrokningarnar fyri hvørt skipaslag hevur verið fingið til vega frá grannskoðanarvirkjum," og vísir til Búskaparfrágreiðing, á heysti 2014, síðu 58-93.

Búskaparfrágreiðingin á heysti 2014 vísir á grannskoðanarvirkið Januar sum keldu.

Hetta sæst á síðu 70. Sí her

Men grannskoðanarvirkið Januar hevur síðan fráboðað, at teirra roknskapargreiningar ikki kunnu brúkast sum grundarlag undir útrokningum av tilfeingisgjaldi.

Sí her

Aftaná at Januar greitt hevur sagt, at teirra roknskapargreiningar av fiskivinnuni ikki kunnu brúkast er Búskaparráðið farið at vísa til ”roknskapartilfarið til hesar útrokningarnar fyri hvørt skipaslag hevur verið fingið til vega frá grannskoðanarvirkjum”.

Talan er sostatt um broyting av kelduávísing og víðkan av kelduávísing.

VP hevur verið í samband við onnur grannskoðanarvirkir fyri at kanna um tey hava latið Búskaparráðnum roknskapartilfar til útrokningar av tilfeingisrentu.

Einki av hesum, sum fáast við greiningar av fiskivinnuni, siga seg hava latið Búskaparráðnum roknskapartilfar.

VP hevur spurt Búskaparráðið, hvørjum grannskoðanarvirkjum tøl eru fingin frá, og væntandi fæst eitt svar.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo