Tórshavnar kommuna: Í gjár seinnapartin varð lítil samkoma í Høllini á Hálsi í sambandi við, at Búgvi Poulsen herfyri gjørdist europameistari í judo fyri veteranar.
Varaborgarstjórin Annfinn Brekkstein vitjaði inn á gólvið og helt, at tað er ikki bara fót- og hondbóltur tað heila, tá vit eisini klára okkum so væl á øðrum økjum, at vit nú kunnu hátíðarhalda ein europameistara í judo.
Annfinn Brekkstein nevndi, at fyri góðum mánaða síðan frættust tey stórtiðindi, at Búgvi Poulsen hevði vunnið europameistaraheitið fyri veteranar, sum varð hildið á Kreta.
- Hetta er einastandandi flott – eisini tí, at hetta er fyrstu ferð, at føroyingar luttaka í EM-kappingini fyri veteranar. Hugaligt eisini at síggja, at tað er lív í felagnum – tit hava júst havt Grand Prix-kapping og eisini havt aðalfund.
- Eg fari at ynskja tær og felagnum hjartaliga tillukku við sigrinum. Og hjartaliga tillukku til hinar luttakararnar eisni. Vit hava sæð teg áður, bæði her í Føroyum, í Danmark og á Oyggjaleikum, so tað var avbera stuttligt nú at síggja teg seta europeisku veteranarnar uppá pláss, segði Annfinn Brekkstein m.a. á samkomuni í gjárkvøldið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo