Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Í vikuskiftinum fór teljarin á rásini hjá Klovninum BUBU upp um tær 2 milliónirnar.

Klovnurin BUBU sum av álvara byrjaði sítt undirhald fyri nærum 5 árum síðani, byrjaði sín youtube vanga í mai 2014, tá ið hann legði síni fyrstu videoløg og sum síðani hava fingið lagt út søgur, adventsløtur og annað. 

Nú summarið nærkast, so ætlar BUBU framvegis at vera virkin, og fáa nakað gjørt, tí í seinastu viku vóru upptøkur gjørdar til eitt nýtt videolag og sang. Sangurin snýr seg um náttúruna og týdningin av at fara væl um hana, eins og rørsla eyðkennir tekstin. Hesaferð eru tað børn í Forskúlanum í Kelduni í Skálafirði, ið saman við BUBU hava virka við í sanginum, og er ætlanin at gera sangin almennan seinast í mai, tá ið forskúladagur verður hildin í  Glyvrum og børnini í Forskúlanum í Kelduni, saman við BUBU fara at syngja og framføra. 

Klovnurin BUBU er eisini longu nú nógv umbiðini, til tiltøk, legur, stevnur og annað, so nokk fara vit at síggja meira til BUBU, samstundis sum nýtt tilfar og nýggir sangir koma at ljóða. BUBU er takksamur fyri at føroyingar og eisini onnur, hava tikið so væl ímóti og gleðir seg hitta børn og vaksin í summar.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo