Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Løgmansskrivstovan: Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur í morgun verið á fundi við ES-nevndarforkvinnuna Ursula von der Leyen í Brússel.

Á fundinum umrøddu løgmaður og ES-nevndarforkvinnan, hvussu Føroyar og ES kunnu styrkja samstarvið. Føroyar eru partur av Evropa, og løgmaður legði á fundinum dent á, at geopolitiska støðan økir týdningin av tættari samstarvi við ES.

Løgmaður vísti somuleiðis á breiða politiska ynskið í Føroyum um at styrkja yvirskipaða samstarvið við ES og at betra um marknaðaratgongdina fyri virkaðar fiskavørur.

- Vit høvdu ein góðan og gevandi fund. Eg greiddi ES-nevndarforkvinnuni frá føroysku støðuni og okkara ynskjum. Eftir fundin haldi eg, at tað er týðiligt, at ES er sinnað at styrkja um samstarvið, og eg eri bjartskygdur um, at vit fara at síggja ítøkilig úrslit, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Seinasta árið hevur verið arbeitt við at orða eina avtalu um ein yvirskipaðan samstarvskarm um viðurskiftini millum Føroyar og ES. Arbeiðið er nú komið so langt, at vónandi er komið á mál tíðliga í komandi ári.

Løgmaður nýtti somuleiðis høvið at bjóða ES nevndarforkvinnuni til Føroya á vitjan.

Hetta er fyrstu ferð, at Føroya løgmaður er á fundi við forfólkið fyri ES-nevndina. Á fundinum luttóku eisini danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen og grønlendski landsstýrisformaðurin, Múte B. Egede.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo