Fiskamarknaður Føroya: Tvey minni ísfiskalínuskip eru til fiskarí. Bæði landað mánadagin. Frystilínuskipini eru øll uttan tvey til fiskarí. Tey flestu landa væntandi í vikuni.
Streymurin er góður, men harðnar sum vikan gongur. Veðrið verður ikki gott og vit eru komin í jólavikuna, so tí rokna vit ikki við nógvum útróðri. Bátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.
Ein djúpvatnstrolari er á svartkalvaveiðu og kemur fyrst í vikuni, ein liggur við bryggju.
Fimm pør eru til fiskarí og koma tey øll at landa í vikuni. Tey flestu fiska upsa, men fáa eisini nakað av hvítum fiski, serliga longu og hýsu. Smáligt fiskarí.
Fýra trolbátar eru á Skeivabanka og fiska mest av havtasku. Smáligt fiskarí. Allir landa mánadagin.
Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er brúkiligt. Tvey fiska havtasku. Fiskaríið er misjavnt. Øll garnaskipini landa í vikuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo