Kristnin hevur ábyrgd hvør av øðrum. Tað er okkum ómøguligt at áseta mørk, ið seta menniskju uttanfyri Guðs kærleika og umsorgan. Eingin er so illa farin, at Guðs náði ikki gagnar. Fáur er so væl fyri, at Guðs góðska er óneyðug.
Sjálvt hin mætasti okkara millum kemur til vegamótið, tá ið pjøkin við alskyns viðføri verður tikin av herðunum og settur við vegjaðaran. Ferðin um evstu sýn kemur av sær sjálvum, – onkuntíð óvæntað og óboðin.
At verða settur uttanfyri er ein svár líðing. At verða undirmettur økir ikki um lívsvirði ella lívsgleðina. Vit kunnu verða sett uttanfyri av øðrum, ið meta seg vera innanfyri. Onkuntíð valdu vit sjálv at fara út úr einum felagsskapi, tí vit mettu tey, ið vóru innanfyri, ómøgulig og tvørlig.
Torført er sjálvvaldur at sæta sær innanveggja, tá ið hugsað verður um trivnað, dygd og góðsku. Við atliti at einum innihaldsríkum lívi við lívsgleði er tað ómøguligt at taka valdið og gerast einaráðandi. Í kristnum høpi er tað ein dáragerð at traðka á medmenniskju og tey, ið vit liva saman við. At undirmeta onnur er byrjanin til ferðina út í oyðimørkina, har einsemi valdar í vónleysari tøgn millum fjalla, ella óendaligar sandfløtur síggjast, so langt eygað sær.
Ápostulin Paulus minnir á, at hin sterki í trúnni og hin veiki skulu virða hvør annan. Áheitanin er greið:
“Takið at tykkum tann, sum er veikur í trúnni, uttan at tit halda dóm um hugsanir hansara.” (Rómverjabrævið 14,1).
Kristnin er ikki altíð á einum máli. Ymisk sjónarmið eru um samfelagsviðurskifti og átrúnaðarlig mál.
Ápostulin minnir á, at frávíkjandi sjónarmið ikki altíð eru at meta sum eitt vandamál. Tað týdningarmesta er, at tað, ið vit gera, verður gjørt fyri Harranum.
Tað ræður um at vera sannførdur í sínum egna huga. Júst sannføringin gevur styrki til at vera tað, ið vit eru, og samstundis vera nakað fyri onnur, ið hava eina øðrvísi fatan. Sannføringin er ikki ankrað í sjálvum sær, men vendir sær til Guðs og gongur út frá honum. Tess vegna spyr ápostulin: “Hvør ert tú, sum dømir ein fremmandan tænara?” (Rómverjabrævið 14,4).
Í hesum samanhangi, har viðurskiftini millum hin sterka í trúnni og hin veika verða lýst, kemur ein greið niðurstøða: “Tí at eingin av okkum livir sær sjálvum, og eingin doyr sær sjálvum.” (Rómverjabrævið 14,7).
Kristnin hevur ábyrgd hvør fyri øðrum. Andaliga er tað ikki nóg mikið at sæta sær sjálvum. Vit eru kallað inn í ein systkinaflokk, har vit í trúnni á Jesus Krist verða brøður og systrar, – ikki eins, men eitt. Guðs børn eiga at vera ljós og salt í heiminum eisini teirra millum, ið eru ella verða sett uttanfyri systkinaflokkin.
Vit skulu virða avgerð hins einstaka, eisini avgerð teirra, ið vraka Jesus. Eisini teimum eiga vit at gagna og dugna. Í samskifti og talu hava vit møguleikan at kunngera gleðiboðskapin um frelsu Guðs, at hann gav heiminum einborna son sín sum frelsara. Kunngera sáttargerð Jesu við deyða á krossi langafríggjadag. Boða gleðiboðskapin um ein livandi frelsara, ið páskamorgun rísur upp av deyða.
Vit kunnu bera hvør annan til Jesus, so hann kann kveikja lívsviljan og menna lívsandan. Vit eru kallað at liva, virka og bera medmenniskju okkara til Jesus, so hann kann nema hin einstaka, ið stríðist til likams ella sálar, við síni grøðandi megi.
Øll kristin gera mun, um vit lata okkum bera av Jesusi, ið bar syndir okkara uppá krossin og gav okkum frælsisbrævið. Syndin er strikað, og skuldin er goldin. Vit verða borin av Jesusi til tess at bera onnur til frelsu Guðs, eitt betri lív á jørðini og ein sælan ævinleika í Guðs ríki.
Umráðandi er tað, at vit vilja lata okkum bera av Jesusi. Í navni hansara fáa vit í styrki at liva eitt lív, ið vitnar um Guðs góðsku og trúfesti. Hóast alt tykist myrkt, tungt og miseydnað, kunnu vit bera hvør øðrum ein munagóðan bata í navni várs Harra Jesu Krists.
Um hin sterki í trúnni vísir hinum veika virðing, og báðir tveir virða hvør annan, hendir tað, at vit – sterk ella veik – kenna okkum leidd og borin.
Borin av Jesu almáttugu hondum. Borin av Heilagum Anda leiðandi onnur inn fyri ásjón Guðs og dýrabaru signing hansara. Borin at bera til Kristus, so annaðhvørt vit liva ella doyggja, hoyra vit Harranum til. Amen.
Orðið: “Og sí, teir komu berandi til hansara við einum giktsjúkum manni, ið lá í eini song. Og tá ið Jesus sá trúgv teirra, segði hann við hin giktsjúka: “Sonur mín, hav tú gott treysti, syndir tínar eru tær fyrigivnar.”” (Matteus 9,2).
Jógvan Fríðriksson, biskupur
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo