Felagið Havnar hugni: Ein góður býur er ein burðardyggur býur. Tað er eitt stað, har fólk trívast. Har fólk kenna seg hoyrd og sædd.
Ein góður býur er tí har, sum nærdemokrati og gjøgnumskygni er í hásæti.
Vit í Havnar hugna seta tí fokus á borgaran og býarplanlegging, nú vit bjóða øllum áhugaðum til borgarafund í KFUM mikukvøldið 21. februar kl. 19.30.
Á skránni er:
1: Michael Jacobæus bjóðar vælkomin
2: Nina Arge, arkitektur, greiðir frá um býarlív og býarrúm
3: Heidi Poulsen, arkitektur, tosar um sosiala burðardygd í nærsamfelaganum
4: Vígdis Bjarnardóttir, bókavørður, tosar um Býarbókasavnið og tann leiklut, sum tað hevur í miðbýnum.
5: Orðið er frítt millum tey, sum møta á fundinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo