![Boltur 17 08 2020 1600x900](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/4/d/csm_Boltur_17-08-2020-1600x900_efe9faea74.jpg)
Komandi vikuskifti verður farið undir kappingarnar hjá teimum vaksnu aftur - Mynd: www.FSF.fo

FSF: Síðan mikudagin 5. august hevur steðgur verið í øllum kappingum, undantikið í Betri Deildini hjá monnum. Men nú er ætlanin at fara spakuliga í gongd aftur.
Komandi leygardag, sum er tann 22. august, byrja allar vaksnamannadeildirnar aftur, og leygardagin 29. august byrja kappingarnar í barna- og ungdómsdeildunum aftur. Úrvals- og landsliðsvenjingarnar hjá FSF byrja aftur mánadagin 24. august.
Í hesum sambandi verður víst til nýggjastu koronavegleiðingarnar, sum síggjast HER, og er tað av stórum týdningi, at tær verða fylgdar.
Spælt verður eftir løgdu leikdøgunum, meðan umsitingin í Fótbóltssambandi Føroya arbeiðir við at finna nýggjar leikdagar til útsettu dystirnar.
Avgerð er eisini tikin um, at fyribils verður spælt uttan áskoðarar til og við fríggjadagin 28. august.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo