Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Tórshavnar Bridgefestivalur endaði í dag og vinnararnir gjørdust nett teir somu sum í fjør. Bogi Simonsen og Bjarni Hólmar Einarsson. Nummar tvey gjørdust Símun Lassaberg og Pól E. Egholm, teir lógu leingi fremstir men dragnaður móti endanum. Pól og Símun gjørdust eisini nummar 2 í fjør. Hauksson og Björn Þorláksson úr Íslandi endaðu á triðja plássi.

Hetta er triðju ferð at Bjarni og Bogi vinna Tórshavnar Bridgefestival. Teir vunnu í 2019 og í fjør. Í 2020 vann Bogi saman við norska Nils Kvangraven, so Bogi hevur megnað at vunnið allar fýra festivalarnar, sum verið hava higartil.

120 bridgespælarar hava spælt í Dansifrøi hetta vikuskiftið. Kappingin hevur gingið sera væl og útlendsku spælararnir lata væl at kappingini, ið er væl fyriskipað og ikki minst framúr góðu hølunum í Dansifrøi.

Annfinn Brekkstein varaborgarstjóri setti kappingina fríggjakvøldið. Hann takkaði Føroya Bridgesambandi fyri, at tey á fjórða sinni skipa fyri so stórari altjóða kapping í Havn. Men hann bað tey eisini royna at seta sær enn hægri mál: ”Um tit ætla tykkum at skipa fyri EM ella HM í Bridge, so skulu tit vita, at luturin hjá okkum í Býráðnum ikki skal liggja eftir.” Tað verður spennandi um tað kanska kann enda við, at EM ella HM enda í stórhøllini í Havn.

Tórshavnar Bridgefestivalur verður aftur i døgunum 7. til 10. mars næsta ár. Fyrstu spælararnir hava longu teknað seg.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo