Sørvágs kommuna: Av tí at olja er komin á sjógv í bátahylinum í Sørvági er oljusperra løgd tvørtur um innsiglingina til bátahylin.
Hetta hevur við sær at innsiglingin er stongd fyribils, til sløkkilið ger eina meting av støðuni fyrrapartin í morgin, týsdagin.
Um okkurt átrokandi er í sambandi við hetta, fæst samband við átaksleiðaran á tel. 213146.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo