Miðalprísurin ímillum Kastrup og fleiri býir í Europa liggur á 348 kr báðar vegir. Og tað er nógv bíligari enn nakrantíð, vísir ein uppgerð sum miðilin finans.dk hevur fingið gjørda.
Millum býirnar sum tú kanst flúgva til fyri nærum onki eru London, Barcelona, París og Rom.
- Tað sær út sum prísirnir halda fram við at falla, tað er heilt ótrúligt. Prísirnir verða trýstir, tí útboðið er nógv størri enn eftirspurningurin, sigur Ole Stouby, stjóri í Travelmarket.dk.
Tað eru serliga flogfeløgini í bíliga endanum sum trýsta prísin, fyri at fáa flogførini á veingirnar aftur, nú koronakreppan so smátt fer at hasa av.
Ole Stouby heldur, at lágu prísirnir fara at halda sær í minst hálvt ár.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo