Í sambandi við at Bergtóra Hanusardóttir fyllir 70 ár hevur Landsbókasavnið alment tiltak týsdagin 15. november kl. 17.00, har Bergtóra verður heiðrað.
Á tiltakinum hevur Hanus Kamban framløgu um ritverk hjá Bergtóru, Gunnvá Zachariassen lesur upp úr úrvaldum útgávum og síðani framførur sangbólkurin Kata føroyskar sangir. Eisini bjóðar Landsbókasavnið kaffi/te, køkur og frukt.
– Tiltakið verður í hølunum hjá Landsbókasavninum í J.C. Svabosgøtu 16. Øll eru vælkomin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo