2020 var eitt hendangaríkt ár hjá Dopha. Unga danska songkvinnan og sangskrivarin gav fleiri stakløg út, sum vóru nógv spæld á donskum útvarpsrásum.
Lagið ”Happy For Me” náddi eitt 2. pláss á danska Airplay-listanum og lá í topp-10 í tíggju vikur á rað. Lagið hevur eisini verið væl umtókt í Týsklandi.
Hon fekk góð skoðsmál fyri konsertirnar og luttók eisini í sjónvarpssendingini hjá danska Krúnprinsaparinum. Nú er fyrsta fløgan hjá Dopha, sum kallast ”The Game” útgivin.
Á útgávuni hjá Dopha er eisini eitt føroyskt ískoyti. Lagið ”I’m Not Crying, You Are” skrivaði Dopha saman við Beinir, og tey bæði syngja eisini lagið saman. Samstarvið millum Dopha og Beinir kom í lag ígjøgnum donsk tónlistafólk, sum tey bæði hvør í sínum lagi hava arbeitt saman við.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo