Sitandi løgmaður og formaður í Sambandsflokkinum Bárður á Steig Nielsen ætlar at gera skjótt av fyri at vita, um tað skal vera hann sum skal standa fyri royndunum at skipa nýggja samgongu eftir løgtingsvalið í gjár.
Hann fer í dag at tosa við baklandið í Sambandsflokkinum og síðani við hinar floksformenninar.
- Ber tað ikki á mál hjá mær at skipa nýggja samgongu latið eg mandatið frá mær, sigur løgmaður.
Sambandsflokkurin gekk aftur við 0,7% og fekk 7 umboð vald í tingið. Sitandi samgonga fekk 15 tinglimir.
Aksel V. Johannesen úr Javnaðarflokkinum fekk 9 tingfólk vald og hevur tí sterkastu kortini í hondini til at skipa nýggja samgongu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo