Songkvinnan Bára Silvansdóttir hevur júst verið á konsertferð í Íslandi við bólki sínum, og fríggjakvøldið spæla tey á Summar Festivalinum.
– Tað er ordiliga spennandi at fáa møguleikan á Summar Festivalinum, sigur Bára Silvansdóttir.
Hon hevur útgivið fleiri sangir – millum annað tann persónliga Skuggar.
– Eg skrivi um bæði tað, sum eg havi upplivað, og tað, sum onkur annar hevur upplivað. Tá ið tú skrivar um okkurt, sum tú sjálv hevur upplivað, so kann tað røra fólk meira, enn um tú bara skrivar um eitt ella annað, sigur Bára Silvansdóttir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo