Skúlablaðið: Smálutastýringin úr Mentamálaráðnum verður útint soleiðis, at tíðin til hvørja einstaka uppgávu í fólkaskúlanum er oyramerkt og útlutað í smáum skamtum.
Boðini úr Mentamálaráðnum, at leiðslur kunnu raðfesta, eru ein beinleiðis áheitan um at ganga lættliga um fólkaskúlalógina ella, sum meira trúligt er, at umgangast ásetingarnar um arbeiðstíð hjá lærarum. Eingin avlopstíð er at raðfesta við.
Í summum førum fer Mentamálaráðið eitt stig longri, sum tá ið ráðið í mars sendi skúlaleiðslum skriv um, at nú bleiv loft lagt á arbeiðstíðina hjá kt-vørðum, soleiðis at skúlin ikki skal hava fleiri teldur enn talið av næmingum og lærarum í skúlanum.
Ivaleyst er tað eindømi í øllum heiminum, at eitt mentamálaráð roynir at forða menningini av talgilda økinum í fólkaskúlanum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo