Atlantic Airways hevur fingið loyvi til at flúgva til New York. Flúgvingin skal byrja til heystar.
Tað skrivar miðilin Check-in.
Tað var nakað fyri ársskiftið í fjør at tað frættist, at føroyska flogfelagið hevði søkt amerikansku myndugleikarnar um at sleppa at flúgva rutuflúgving og charterflúgving ímillum Vágar og New York.
- Ætlanin er at gera nakrar fáar túrar á heysti 2019 - einar 4-6 túrar, sjeynda hvønn dag, sigur Jóhanna á Bergi við Kvf í desember.
Sagt varð tá, at ein partur av avtaluni fór at vera, at amerikansk flogfeløg eisini kundu flúgva hendavegin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo