07 Vestur: Eftir drúgva fráveru av skaða var Asbjørn Heðinsson aftur at síggja á vøllinum í Havn móti B36. Hóast hann enn er nakað darvaður av skaðanum, hevur hann undirskrivað sáttmála, og er tøkur hjá Schjønberg.
21-ára gamli sandavágsmaðurin fekk sínar fyrstu dystir í Betri Deildini longu í 2017, sum bert 16-ára gamal. Sama árið spældi hann nærum fast á liðinum. Sum oftast spælir Asbjørn mitt á miðjuni ella sum høgri bakkur, men hevur eisini spælt aðrastaðni á vøllinum.
Asbjørn er uppvaksin hjá okkum, men royndi seg í 2019 eitt hálvt ár hjá B36 og í 2020 spældi hann við AB, sum tá vóru í Betri Deildini. Íalt hevur hann leikt 74 dystir í Betri Deildini, umframt nógvar dystir í 1. deild. Asbjørn var eisini á sera sterka U17-landsliðinum, sum í 2017 spældi EM-endaspælið.
Vit gleðast um at Asbjørn aftur er at síggja á vøllinum, og vóna at skaðin ikki órógvar ov illa.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo