Ársins leiðari er tignarligasti heiðurin, ein leiðari í Føroyum kann fáa. Júst hvør fer avstað við heiðrinum í 2022 verður avdúkað kl. 16.45 á leiðaradegnum, sum verður fríggjadagin 25. mars 2022 á Hotel Føroyum. Synergi skipar fyri leiðaradegnum.
Dómsnevndin, sum tekur endaliga avgerð um, hvørji gerast Ársins leiðarar 2022, hevur nú funnið fram til 6 sterkar topp-kandidatar. 3 innan privatu vinnuna og 3 innan tað almenna.
Í dómsnevndini 2022 sita Søren Bruhn, stjóri, Suðuroyar Sparikassi, Marjun Eystberg, stjóri, Input og Halldis Joensen, verkætlanarleiðari, Demensætlan fyri Føroyar.
TOPP 3 í stavrað:
Topp 3 kandidatar innan tað privata
Ingunn Eiriksdóttir, forstjóri, Betri Trygging
Jan Ziskasen, samtaksstjóri, Føroya Tele
Rógvi Róin, stjóri, Petur Larsen
Topp 3 kandidatar innan tað almenna
Hans Jón Thomsen, stjóri, Hoyvíkar skúli
Jógvan Thomsen, stjóri, Vinnustovnurin
Poul Geert Hansen, aðalstjóri, Uttanríkis. og Mentamálaráðið
Fríggjadagin 25. mars kl. 16.45 verður avdúkað, hvørji gerast Ársins leiðarar
Stóra leiðsluráðstevnan, har leiðarar úr øllum landinum hittast, verður á Hotel Føroyum fríggjadagin 25. mars kl. 13 - 17.
Røðarir á degnum:
Poula Michelsen, forkvinna Poul Michelsen | Setur dagin
Michael Boolsen | Úr skjáttuni hjá Ársins almenna leiðara 2021 (Farsóttarnevndin)
Vincent F. Hendricks | SO-ME
Dennis Nørmark | Pseudoarbeiði
Brynhild Chenguang Yun | Lancering av VO-ME (NÝTT)
Kjósan av Ársins leiðarum 2022
Um kvøldið verður veitsla á Broncks.
Áhugin fyri degnum er stórur, plássini fækkast, tó ber enn til at tekna seg.
Les alt um Leiðaradagin 2022 HER ella á heimasíðuni www.synergi.fo
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo