Premier League: Chelsea tapti í kvøld púra óvæntað 4-0 ímóti Bournemouth á útivølli.
Bournemouth lá undan dystinum í kvøld á einum 12. plássi, meðan Chelsea lá einum 4. plássi, men tað legði liðið úr Suður Onglandi líka í og vann stórt.
Støðan í hálvleikinum var 0-0, og var tað ikki fyrr enn í seinna hálvleiki, at ferð av álvara kom á hjá Bournemouth.
Joshua King skoraði til 1-0 og 3-0 í ávikavist 47. og 74. minutti, meðan David Brooks skoraði til 2-0 í 63. minutti. Í 95. minutti sló Charlie Daniels sigurin hjá Bournemouth fastan og skjeyt bóltin í netið til 4-0.
Harvið er Arsenal nú farið fram um Chelsea á stigatalvuni, eftir at felagið úr Norður London í gjárkvøldið vann 2-1 ímóti Cardiff á heimavølli.
Arsenal og Chelsea hava bæði 47 stig, men Arsenal hevur eina betri málúrtøku. Á 6. plássinum liggur Manchester United við 45 stigum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo