Árni Andreasen hevur ongan sang givið út, síðan tvíburabróðir hansara Marner, fór av foldum.
Tað er einki at ivast í, at teir báðir høvdu eitt ávíst "ljóð”, men hesa ferð er Árni einsamallur.
Hettar er nakað heilt nýtt, og hava vit ongantíð hoyrt nakað líkandi frá honum áður.
Sjálvur sigur Árni um sangin, at hann er lættari enn lættisoppur.
Sangurin kallast ”Tá Eg Sá Teg” og tað er sonur Árna, Julian Andreasen, sum hevur framleitt.
Sangurin er at hoyra á m.a. Youtube og Spotify.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo