Árliga rekkjukoyringin í Vágum - tollaksmessukvøld - byrjar kl. 23 í kvøld, við FK-handilin í Miðvági.
Teimum, sum ikki vita hvat rekkjukoyring er fyri nakað, kunnu vit siga, at tað er eitt árligt og afturvendandi tiltak í Vágoynni, har bilar úr allari oynni og kanska aðrastaðni frá eisini, koyra í longum røðum. Oftani eru bilarnir prýddir, eitt nú við ljósum sum sæst á myndini.
Seinast vóru einir 250 bilar við.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo