Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Fiskamarknaður Føroya: Bara eitt ísfiskalínuskip er til fiskarí. Tað fær mest av hýsu og toski og landar í vikuni. Væntandi fer okkurt tá veðrið fer at batna. Øll frystilínuskipini eru til fiskarí. Okkurt landar í vikuni.

Útróður: Streymurin harðnar sum vikan gongur og veðrið verður heldur ikki gott, so vit vænta ikki nógvan útróður.

Djúpvatnstrolarar: Ein er á svartkalvaveiðu  og kemur kanska at landa fyrst í vikuni. Ein liggur við bryggju.

Partrolarar: Fýra pør eru til fiskarí og koma tey flestu at landa í vikuni. Tey flestu fiska upsa, men fáa eisini nakað av hvítum fiski, serliga blálongu, longu og hýsu. Hini pørini fara út tá veðrið verður betri. Fiskaríið hevur verður heldur fragari í seinastuni,

Trolbátar: Allir liggja við bryggju og ivasamt er nær teir fara útaftur, tí veðurforsøgnin er ikki góð.

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er misjavnt. Tvey fiska havtasku. Eisini har er fiskaríið misjavnt. Øll garnaskipini landa í vikuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo