Kringvarpið: Seinastu tríggjar mánaðirnar hava Fíggjarmálaráðið og Kommunulæknafelag Føroya samráðst um nýggjan sáttmála.
Gamli sáttmálin gongur út í morgin, mikudagin 2. mai, og longu nú hevur Kommunulæknafelagið boðað frá verkfalli hósmorgunin klokkan 8.
- Allir kommunulæknarnir hava fingið nóg mikið, og vit vilja hava viðurskiftini hjá kommunulæknunum upp á pláss við veruligum samráðingum, sigur Marjus Dam, formaður í Kommunulæknafelag Føroya.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo