Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í gjár byrjaði næsta ævintýrið hjá Erlu Kongsdóttir. Í tíðindunum kl.18.00 í gjárskvøldi segði rakstrarleiðarin á Strandferðsluni, Jóhan Petur Abrahamsen, at Landsverk hevði ábyrgdina av at gera ferjuleguna á Syðradali klára til Erlu Kongsdóttir. Tað kundi verið áhugavert, um Landsverk úttalaði seg beinleiðis til fjølmiðlarnar og ikki umvegis Strandferðsluna. Hevði Landsverk tá svarað fjølmiðlunum eins og Strandferðslan, ella hevði Landsverk kanska svarað ørvísi?

Í hesum førði áttu fjølmiðlarnir at vent sær beinleiðis til Landsverk eftirsum tað er Landsverk, ið gevur neyðugu loyvini til nýtslu av hesum hydraulisku rampunum og varar av teimum - sum rakstrarleiðarin á Strandferðsluni eisini sjálvur sigur. Somuleiðis átti Landsverk eisini at boða frá egnari støðu til málið um rampurnar.

Tað kundi t.d. verið áhugavert at fingið at vita frá Landsverki, um rampan á Syðradali kann gerast klár til Erlu Kongsdóttir og hvussu. Tað kundi eisini verið áhugavert at vita, nær Strandferðslan hevur biðið Landsverk um hesa vælgerðina. Ikki minst kundi tað verið áhugavert at vita, hví ferðafólk skal ganga eftir hydraulisku rampuni á Syðradali, tá rampan - sambært rakstrarleiðarnum sjálvum - ikki er klár til Erlu Kongsdóttir?!

Borgarstjórin í Klaksvík segði annars fyri mær í gjár aftaná tíðindini kl.12.20, at arbeiðið við at gera rampuna á Syðradali klára til Erlu Kongsdóttir er so umfatandi, at Landsverk ikki metir, at tað er ráðiligt til Sam kemur aftur. Og hví skuldi tað verið tað?

Tað er kanska sum við søguni um nýggju klæði keisarans, tí hydraulisku rampurnar hjá Landsverki (íroknað rampan í Klaksvík!) eru ikki gjørdar til skip sum Erlu Kongsdóttir. Erla Kongsdóttir er útgjørd til heilt aðrar rampuskipanir, men teimum valdi man at síggja burtur frá, tá man fór í Løgtingið á sinni at lumpa tey fólkavaldu við einum uppskoti, ið partú skuldi skundviðgerast.

Uppskotið var trýkiljan, ið kundi loysa allar trupuleikarnar hjá Strandferðsluni við bert einum fingraknipsi. Uppskotið var bluff og úrslitið er hareftir líka sum tað er við nýggju klæðum keisarans. Ímeðan keisarin gekk skrúgongu fyri fólki sínum fyri at vísa teimum nýggju klæðini, hoyrir fjøldin eitt barn rópa, at keisarin er nakin.

Kongurin raknar við og heldur, at barnið hevur rætt. Fyri ikki at vísa fjøldini, at hann veit, at barnið hevur rætt, sannførir hann seg sjálvan um bara at halda skrúgonguna út. Við øðrum orðum: Keisarin lat sum onki, og gekk bara víðari!

Eins og keisarin velur Strandferðslan ferð eftir ferð at brúka skitin tricks og hesaferð velur rakstrarleiðarin at gera eina ferjulegu til syndabukk heldur enn at taka í egnan barm og siga sannleikan: Ferjuleguni bagir onki, ferjulegan hevur riggað í alle år til tað endamálið, sum hon er góðkend til eins og Erla Kongsdóttir er bygd til eina heilt aðra rampuskipan enn tær á Kalsoyarleiðini!

Rakstrarleiðarin er kanska av teirri fatan, at tað er uppgávan hjá Landsverki at sløkkja eldar suðuri á Sjógøtu 5. Man undrast viðhvørt, at Landsverk, kommunur og aðrir partar bara loyva Strandferðsluni at geva øðrum stovnum lastirnar av egnum dárskapi.

Og soleiðis er tað, at man eftir øllum at døma velur at byrja ævintýrið hjá Erlu Kongsdóttir um Kalsoyarfjørð: At veita ferðafólki til gongu falska trygd á rampunum, ímeðan man satsar uppá, at onki óhapp hendir. Er tað soleiðis partarnir meina, at ferðafólkatrygdin eigur at verða handfarin á leið 56 næstu vikurnar?

Ólavur Eysturdal, skipsatstøðari

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo