Í USA er hennara nýggja fløga «25» tann mest selda í fyrstu vikuni síðani mátingarnar byrjaðu í 1991.
Triðja fløgan hjá henni er seld í 2,3 milliónum eintøkum í USA í tríggjar dagar, skrivar NRK.
Sostatt hevur hon longu sligið metið hjá N'Sync við plátuni «No Strings Attached» (2000).
The Guardian skrivar at fløgan hjá Adele eisini er væl á veg at gerast skjótast seljandi fløgan nakrantíð í Sorabretlandi. Í tríggjar dagar eru seld 538.000 eintøk. Vikumetið átti Oasis við «Be Here Now» (1997).
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo