Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Freistin at lata inn handrit til skaldsøgukappingina hjá Bókhandlarafelagnum og H.N. Jacobsens Bókahandli var úti 1. mars.

9 handrit vórðu latin inn, og nú fer dómsnevndin undir at lesa og meta um handritini. Í dómsnevndini sita Kári Árting, Bergur Rasmussen og Marianna Hoydal. Vinnarin verður kosin á Bókadøgum í heyst.

Skaldsøgukapping hevur verið tvær ferðir áður. Fyrstu ferð vann Marjun S. Kjelnæs við skaldsøguni Óendaliga vera, og aðru ferð vann Oddfríður M. Rasmussen við skaldsøguni Ikki fyrr enn tá.

Tað er at fegnast um, at so mong hava hug at luttaka í slíkari kapping. Vinningurin er kr. 75.000,- og útgávusáttmáli við Forlag H.N. Jacobsens. Hóast bert ein vinnarin verður kosin, so hevur kappingin onkursvegna birt undir ein skrivihug til skaldsøgur, ið hevur ført við sær, at fleiri upprunaføroyskar skaldsøgur eru útgivnar seinastu árini. Tað er millum annað við hesum í huga, at bókahandlarnir Rit og rák, Alfa Bókhandil, Bókabúðin og H.N. Jacobsens Bókahandil eru farnir undir hesa kapping enn einaferð.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo