Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Tórshavn Brazilian Jiu-Jitsu og BJJ Vágar: Fyrstu ferð at føroyskt lið kappaðist í stríðsítróttini brasilskt jiu-jitsu, endaði við 7 heiðursmerkjum.

22. og 23. apríl var árliga Danish Open Jiu-Jitsu kappingin í Hillerød. Tá vóru 5 íðkarar
úr Føroyum í Danmark og luttóku. Hesir íðkarar umboðaðu báðar Jiu-Jitsu skúlarnar í
Føroyum, sum eru Tórshavn Brazilian Jiu-Jitsu og BJJ Vágar.

Yvir 1.000 tilmeldingar vóru úr 29 londum til hesa kappingina. Eitt av hesum eru
Føroyar, sum er tað landið, sum hevur mest tilmeldingar pr. íbúgva.

Kappingin var deild upp eftir, aldur, kyn, vekt og belti. Kappast var bæði við og uttan
Jiu-jitsu búnan (GI og No-GI).

Tey 5, sum fóru til Danmarkar at kappast, vóru:

Áron Joensen (Tórshavn Brazilian Jiu-Jitsu), fekk bronsu heiðursmerki

Bjartur Bernhardson Thomsen (Tórshavn Brazilian Jiu-Jitsu), fekk silvur heiðursmerki

Djóni Strømsten (Tórshavn Brazilian Jiu-Jitsu og BJJ Vágar), fekk 2 silvur heiðursmerki

Eliane Campos Klein (Tórshavn Brazilian Jiu-Jitsu) fekk silvur heiðursmerki

Levi Jakobsen (Tórshavn Brazilian Jiu-Jitsu) fekk 1 silvir og 1 bronsu heiðursmerki

Føroyar endaðu á 9. plássi millum londini sum vóru við til kappingina.

Vit í Jiu-Jitsu feløgunum eru vælnøgd við hetta úrslitið og hava ætlanir um at fara til fleiri
kappingar uttan fyri Føroyar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo