"Abbey Road" - seinasta studioalbumi hjá The Beatles - hevur aftur lagt seg á fyrstaplássi á listanum yvir mest seld albums í Stórabretlandi, 50 ár eftir at tað fyrstu ferð lá ovast á listanum.
- Tað er ikki til at trúgva, at "Abbey Road" heldur sær framvegis eftir so mong ár, skrivar Paul McCartney á Twitter.
"Abbey Road" var í hesi vikuni eisini mest selda vinylalbumi við næstan 9000 seldum eintøkum, skrivar DR.DK.
It’s hard to believe that #AbbeyRoad still holds up after all these years. But then again it’s a bloody cool album... https://t.co/1DzrRyCgFB
— Paul McCartney (@PaulMcCartney) October 4, 2019
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo