- Enn einaferð sláa rossini met í luttøkutalið hesumegin aldarskiftið, tá FM steypini verða avgjørd í Marknagili, kl 14 í dag. 42 ross eru við og er hetta stór framgongd í mun til undanfarin ár.
Tað skrivar Føroya Ríðingafelag á heimasíðuni.
Aftaná at kappríðingin í fleiri ár var í einum aldudali, tykjast pílarnir í løtuni at peika beint uppeftir, og sagt verður,at tað er miðvísa ungdómsarbeiðið sum hevur gjørt so góðan mun.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo