Tað vera ikki færri enn 33 ross ið fara renna kapp, nú árliga heystkappríðingin er á skrá í dag. Vanliga eru nógv fólk og hyggja og nú veðurvánirnar eru so góðar, kann væntast at tað vera heilt fitt av fólkið á Flúgvarabedingini í dag.
Kappingin er liður í FM kappingini sum ríðisamband Føroya skipar fyri, har eru 5 kappingar við sum geva stig til FM kappingina, tær eru Leynavatn, Várkappríðingin í Vágum, Ólavsøka, Heystkappríðingin í Vágum og Heystkappríðingin í Havn.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo