Í.S.F.: ÍtróttaFAGNAÐURIN 2020 verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði 13. februar. Seinasta freist at lata inn uppskot til ymisku heiðurslønirnar er sunnudagin 3. januar.
ÍSF skipar á hvørjum ári fyri ÍtróttaFAGNAÐINUM, ið hevur til endamáls at heiðra ítróttafólk, sjálvboðin hjálparfólk, leiðarar, venjarar og eldsálir, sum virka í føroyska ítróttaheiminum – í ítróttafeløgunum og sambondunum.
Á ÍtróttaFAGNAÐINUM 2020 skulu finnast ítróttafólk ella úrvalsíðkarar til heiðurslønirnar ársins ÍtróttaNAVN og ársins ÍtróttaSTJØRNUSKOT.
Stóra arbeiðið, sum fer fram í ítróttafeløgunum og sambondunum, skal eisini heiðrast sum ársins ÍtróttaFELAGSSKAPUR. Her ber til at skjóta upp eitt vælvirkandi felag ella samband, sum ger eitt gott ítróttaligt og samfelagsligt arbeiði.
Ársins ÍtróttaÁTAK verður latið einum persóni, felagi, sambandi ella øðrum, sum í árinum hevur tikið stig til eitt átak, ið styrkir, mennir og/ella nýhugsar ítróttin í Føroyum á serstakan hátt.
Heiðurin ársins ÍtróttaFYRIMYND verður latin einum íðkara, venjara, liðleiðara, nevndarlimi ella øðrum, ið tekur ítróttin í álvara, og sum er fyrimynd hjá hinum við einum jaligum hugburði bæði til venjing og kapping.
ÍSF virðismetir ólønta og sjálvbodna arbeiðið, og í hesum sambandi verður Heiðursskjal Poul E. Petersens latið eini eldsál, sum í eitt mannaminni hevur tænt ítróttinum á serstakan hátt.
ÍtróttaFAGNAÐURIN 2020 verður sendur beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya leygarkvøldið 13. februar.
Uppskot til heiðurslønirnar skulu latast ÍSF: https://isf.fo/tilfar/itrottafagnadurin/itrottafagnadur-2020/
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo