Tað eru í dag 23 ár síðani at kjarnorkurikni russiski kavbáturin Kursk sakk í Barentshavinum.
118 mans lótu lív av hendingini, teir flestu beinanvegin, men tað vóru eisini týðulig tekin um, at fleiri teirra vóru á lívi og fangaðir í sokna kavbátinum á 100 metra dýpi.
Sjálvir royndu russar at siga sum minst, helst onki, um hendingina. Men í Noregi vórðu spreingingarnar umborð á Kursk máldar.
Hendingin hevði stóran almennan áhuga kring allan heim, og fleiri tilboð komu um hjálp frá altjóða samfelagnum. Men russar takkaðu nei.
Síðani hevur verið sagt, at hetta var fyrsta veruliga avbjóðingin hjá Vladimir Putin, sum stutt frammanundan var blivin forseti í Russlandi.
Í eini sjáldsamari samrøðu, sum hann í september sama ár hevði við Larry King frá CNN var svarið stutt, tá Vladimir Putin varð spurdur hvat hendi við Kursk.
- Hann sakk.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo