![Koppseting 24](https://www.vp.fo/fileadmin/user_upload/Koppseting_24.jpg)
![Koppseting 24](https://www.vp.fo/fileadmin/user_upload/Koppseting_24.jpg)
Í gjár vórðu 314 fólk koppsett. 97 fólk fingu fyrra prikið og 217 fólk fingu tað seinna.
178 fólk vórðu koppsett í Vágum í gjár, tá eitt koppsetingarlið hjá Sjúkrahúsverkinum vitjaði á Skúlanum á Giljanesi.
Nú hava 37.106 fólk fingið fyrru koppsetingina. 35.140 fólk hava fingið seinnu koppsetingina, og eru liðugt koppsett.
Tilsamans 72.246 koronukoppsetingar eru gjørdar í Føroyum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo