Tabor: Í dag verður 100 ára hald fyri missiónsarbeiðinum á Toftum.
Haldið byrjar kl.15.00 í missiónshúsinum Tabor.
Á skránni verður felagssangur, kórsangur, andakt, heilsanir og frágreiðing frá arbeiðinum hesi 100 árini.
Harafturat verður ein framsýning, sum í orðum og myndum lýsir arbeiðið.
Aftaná verður ein góður drekkamunnur.
Øll eru hjartaliga vælkomin til hátíðarhaldið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo