Sjóvar kommuna: Jóhanna Sofía Florensa Poulsen, vanliga nevnd Fía, er fødd 28. oktober 1921. Foreldur hennara vóru Anna Maria og Símin við Keldu.
Hon er uppvaksin við Sjógv á Strondum og er næstelst av 11 systkjum, so hon hevur altíð havt børn rundan um seg.
Sum flestu gentur tá í tíðini, fór Fía sum ung út tæna, og hevur hon millum annað tænt hjá Lassa úti á Trøðni og hjá Zachariasi á Skipafelagnum og óivað aðrastaðni við.
Í 1948 giftist hon við Alberti Poulsen, og tey búsettu seg Innan Glyvur, haðani Albert var ættaður. Fía og Albert fingu 5 børn. Eydna í 1949, Sólmá í 1952, Páll í 1955, Símun Martin í 1958 og Annfinnur í 1963. Harumframt eru eisini fleiri ommu- og langommubørn.
Í nógv ár høvdu Fía og Albert handil í kjallaranum. At byrja við seldu tey matvøru, men seinni góvust tey við hesum og fóru tá burturav at handla við tógvi og tí sum hartil hoyrir. Harumframt var eisini telefonstøð í húsinum. Øll fjarrit skuldu skrivast við hond, og ígjøgnum árini munnu tey fjarrit, ið eru farin umvegis hendurnar á Fíu, vera fleiri túsund í tali. Hesi fjarrit skuldu eisini berast út, og sjálvt um fjarritini ofta vóru heilsanir í sambandi við brúdleyp, føðingardagar, konfirmatiónir og annað, so vóru tað eisini samkenslufjarrit, og tá var ikki so hugaligt at bera út.
Fía og Albert hava havt tað gott Innan Glyvur, men sum so mong onnur, hava tey eisini upplivað mótburð á lívsleiðini. Símun Martin doyði brádliga, bert 52 ára gamal, og Sólmá doyði eftir sjúkralegu bert 64 ára gomul.
Eina tíð vóru bæði Fía og Albert á Ellis- og Røktarheiminum í Runavík, har ið Albert doyði í 2014. Hann gjørdisi 95 ára gamal, og bleiv jarðaður sama dag sum hann hevði fylt 96 ár.
Í dag býr Fía á Sjóvarlon á Strondum, og har hevur hon búð síðani heimið lat upp í 2016. Umstøðurnar á Sjóvarlon eru sera góðar. Har er fjálgt og hugnaligt, starvsfólkini duga væl at fjálga um og tey avvarðandi hava lætt við at støkka inn á gólvið, tí huglagið er so lætt og heimligt.
Familjan hevur verið spent til at kunna hátíðarhalda dagin, men avbjóðingarnar viðvíkjandi krúnukríminum settu kílar í, og gjørdu, at føðingardagurin, ið skuldi hátíðarhaldast í Bygdahúsinum á Strondum, verður hildin á annan hátt.
Vit ynskja Fíu hjartaliga tillukku á 100 ára degnum, og vóna at hon fær ein góðan dag.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo