07 Vestur: 2018 var fyrsta árið, 07 Vestur luttók við kvinnuliði í føroysku fótbóltskappingini. Felagið luttók við tveimum 1. deildar liðum og eydnaðist kappingarárið so mikið væl, at kvinnurnar vunnu deildina.
07 Vestur hevur seinastu árini lagt orku í at menna gentu- og kvinnufótbóltin í felagnum, og metir nevndin, at tíðin nú er búgvin at taka stigið upp í Betri Deildina.
Felagið hevur eina góða blanding av ungum ágrýtnum og eldri royndum leikarum. Talið av leikarum á kvinnusíðuni er mangan ein avbjóðing, og seinnu árini hava verið ymisk samstørv tvørtur um feløg hjá kvinnuliðum í Betri Deildini. Við staðsetingini felagið hevur, er avbjóðingin hjá 07 Vestur kanska størri enn hjá øðrum feløgum, men farið verður undir uppgávuna við góðum treysti.
"Fyrstu tíðina verður møguliga neyðugt at stabilisera Betri-liðið við styrki útifrá, men málið er at felagið við tíðini kann gera seg galdandi í Betri-deildini við lokalum leikarum", sigur Jón Nordendal, formaður
07 Vestur ætlar áhaldandi at raðfesta gentu- og kvinnufótbóltin komandi árini, og við miðvísum ungdómsarbeiði er málið, enn sum áður, at uppala somikið nógvar kvinnuligar fótbóltsleikarar, at felagið sum frá líður kann luttaka við kvinnuliðum í báðum vaksnamannadeildunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo