264 dagar á síðulinjuni.
Tað hevur verið støðan hjá Zlatan Ibrahimovic, sum hevur stríðst við knæskaða síðani 25. mai, skrivar danska TV 2.
Nú er sterki sviin tó á veg aftur, og í dag er hann við í AC Milan-hópinum móti Torino.
Og sum vanligt er, tá ið talan er um 41 ára gamla álopsleikaran, so hitar hann upp til sítt comeback við einum klassiskum Zlatan-sitati, har øll fáa at vita, at hann kemur grótharður aftur á vøllin.
- Eg eri framvegis Gud. Framvegis nummar eitt, sigur Ibrahimovic við Mediaset sambært svenska Aftonbladet.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo