At eg ikki var vøkur gjørdist mær ein signing. Tað fekk meg at dyrka mínar innaru gávur. Vakurleiki er ein forðing fyri kvinnuna
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tekstlýsingar

Kom eisini á skeið 5. desember og fá røttu amboðini. Summi eru trupul eina tíð, onnur nærum fulla tíð. Við fylgir ørkymlan, ótti, illsinni og øsing...

Synergi:

Summi eru trupul í eina tíð, onnur eru tað fulla tíð – felags eyðkenni fyri bæði sløgini er, at tey stjala tíðina hjá tær og í kjalarvørrinum er ørkymlan, ineffektivitetur, ótti, illsinni og øsing. Tú sleppir ongantíð undan hesum fólkunum, men tú kanst menna tíni evni at handfara tey jaligt, so tú sleppir undan at tey brúka alla tína orku og oyðileggja góða lagi.

Kom á skeið og gleð teg til eina tætt stúgvaða skrá, sum vil hjálpa tær at greiða mongu avbjóðingarnar sum koma, tá ymisk fólk koma saman.

3 ókeypis ráð at handfara trupul fólk

Tú kennir kanska eina líknandi støðu, sum hesa niðanfyri (kanska frá báðum síðum;):

Marin er í øðini...

"Hetta er simpulthen for galið!"

Marin er í øðini, tá hon marsjerar beint inn á skrivstovuna hjá tær...

"Tit lovaðu, eg skuldi fáa vøruna fyri 3 vikum síðani!

Eg havi rykt 1000 ferð!

Og hvørja ferð siga tit tað sama...

Skylda uppá eykalutir, flutning, verkfall, ja, sjálvt kríggj og influenza fær skuldina!

Tað er simupulthen for galið!"

"Veitst tú hvat?

Eg skal slett einki hava!

Tit kunnu bara eiga tað!!!"

Tú situr sum Kánus...

Hvat skalt tú siga?

Hvussu skalt tú reagera?

# 1 | Lurta (torført, men vert at royna)

Tá kundin er so rasandi - (kanska hevur hon fullan rætt til at vera rasandi, kanska ikki) - so er bara eitt at gera hjá tær.

  • Tað er at lurta.

  • IKKI argumentera ímóti.

  • IKKI greiða frá hví tit søgdu at vøran kom innanfyri 3 vikur, tá hon ikki er komin enn.

  • ONGAR umberingar.

  • Óansæð, hvussu langt kundin er úti, hvørjar (kanska ósannar) søgur, hon diskar upp við, so skalt tú ikki siga henni ímóti.

Tú skal tvørturímóti bara nikka, lurta og royna at skilja, hvat hon sigur.

Tú skalt royna at fáa Marin niður aftur á jørðina! Tú skalt heldur ikki geva henni rætt, játtað at tað er for galið osfr. Bara lurta og vísa, at tú hevur hoyrt Marin.

# 2 | Tá Marin er komin niður á jørðina

Tá Marin er komin av við sínar frustratiónir, kanst tú byrja at siga, hvat tú heldur.

  • Tú kanst í stuttum endurtaka tað, sum Marin hevur sagt, fyri at tryggja, at tú hevur skilt hana rætt.

  • Tú kanst seta nakrar spurningar, fyri at kanna eftir, hvør høvuðstrupulleikin er.

  • Tú kanst koma við onkrum uppskotið um, hvussu konfliktin kann loysast: "Hvat sigur tú til, at tú fært ...."?

# 3 | Um tú ikki fært eftirlíka krøvunum hjá Marin

Um tú ikki fært eftirlíka krøvunum hjá Marin, men mást avvísa hana, so eru hesi ráðini til at taka:

  • IKKI siga, hatta eru so TÍNI sjónarmið

  • IKKI siga, tú ert noyddur at síggja tað frá okkara síðu

  • IKKI siga, kann eg sleppa at tosa liðugt

  • .... og tað er nógv annað tú ikki mást siga, men tú skilur helst pointið nú ;)

Tú kanst ístaðin siga:

  • Eg dugi gott at seta meg inn í tína støðu, men eg eri kedd/ur av tí, eg fái tíverri ikki hjálpt tær.

  • Eg eri virkuliga kedd/ur av, at tú ert komin í hesa støðu, men eg fái tíverri ikki gjørt nakað.

  • Eg haldi, at tú hevur grund til at vera ónøgdur, men eg fái tíverri ikki hjálpt tær.

  • Eg vil fegin biðja um umbering.

Undirvísari er Sebastian Nybo og hann hevur skrivað bókina: Sådan håndterer du besværlige personer – før de tackler dig.

Kom á skeið 5. desember 2024, og slepp undan at fjáltur kemur á teg, tá tú møtir truplum persónum.

Les alt um og tekna teg til skeiðið her: https://www.synergi.fo/skeid/soleidis-handfer-tu-trupul-folk-2/.

Tú kanst eisini ringja til Synergi tlf. 322355, tað er tað lættasta:).

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo