Klokkan 14.30 lokala tíð vórðu máld 20,7 hitastig á Svalbard, sum er arktiskt øki norðanfyri Noreg, men tó partur av norska kongaríkinum.
Hetta er mesti hiti í 40 ár.
Hitametið á Svalbard er frá 1979, tá vórðu máld 21,3 hitastig.
Samstundis er mesti hiti, sum er máldur har suðuri í Noregi í dag 15 stig, upplýsir norska veðurstovan.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo