Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað var frammi í útvarpinum, um heilsuhjálpar- og heilsurøktar útbúgvingina, at hon møguliga burdi verði skipa sum ein slags yrkisútbúgving. Tá stakk spurningurin seg upp um løn ella okkurt serligt slag av útbúgvingarstuðli til lesandi innan hesi øki.

Samverk og Føroya Handverkarafelag hava eitt heilt annað uppskot.

Ein burdi sett á stovn ein Yrkisútbúgvingargrunn, ið allir arbeiðsgevarar og lønmóttakarar rinda til. Sum vit kenna tað frá ALS inngjaldinum og tí grunninum ið ALS í dag hevur uppbygt.

ALS hevur verið og er ein sólskinssøga og var tá ALS var sett á stovn eitt frambrot.

Eitt líka stórt frambrot vildi tað verði, um vit settu ein Yrkisútbúgvingargrunn á stovn. Hesin grunnur kundi verði umsitin av ALS. ALS kundi blivi eitt slag av arbeiðsmarknaðarmiðdepli, ið umsat slíkar grunnar. ALS fyrisitingin hevur allar førleikar, at umsita ein slíkan grunn.

Hesin grunnur skuldi m.a. umsiti lønarendurgjald til arbeiðsgevarar, tá teirra lærlingar eru í skúla. Stýri fyri grunnin, ger av um lønarendurgjaldið skal verða 70, 80, 90 ella 100%. Bori kostnaðin av próvdómarum. Bori kostnaðin av Yrkisdeplinum.
Hesin grunnur skal bera kostnaðin av øllum tí, ið hevur við yrkisútbúgvingar at gera. Tó undantiki sjálvan skúlan. Hann kemur framhaldandi at hoyra til undir landinum.

ALS stýri hevur tiki avgerð, um at lækka inngjaldið til ALS við 0,2%. Hesi 0,2% kundu so fari til Yrkisútbúgvingargrunnin ístaðin, umframt møguliga onnur 0,2%, soleiðis at samlaða inngjaldið til Yrkisútbúgvingargrunning lá um 0,4 – 0,5%, umframt eitt stovnsfæ frá ALS uppá 100 mio kr.

Í hesa skipan kundi so heilsuhjálpar- og heilsurøktar útbúgvingin ligið.
Lærlingarnir fáa eina lærlingaløn, tá teir eru til arbeiðis og arbeiðsgevarin, land ella kommuna, fáa lønarendurgjald frá Yrkisútbúgvingargrunninum, tá lærlingarnir eru í skúla, eins og allir aðrir arbeiðsgevarir fáa, tá teirra yrkisnæmingar eru í skúla.

Yrkisútbúgvingarskipanin í Føroyum riggar sera væl. Vit hava eina tí best virkandi yrkisútbúgvingarskipan í Europa og tað eiga vit av verða errin av.

Við hesum Yrkisútbúgvingargrunninum kunna vit gera okkara yrkisútbúgving enn betur. Tað eiga vit altíð at stremba eftir.

Vinarliga
Pætur Niclasen, Samverk
Suni Simonsen, Føroya Handverkarafelag

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo