Nólsoyar Páll
stendur niðri í Vágsbotni
lurtar alspentur
so sker hann í eitt gallróp
og loypir hvøkk á alla Havnina
so mest sum alt
frystir
morgunin eftir
standa mýtologiskir tjóðveldismenn
og klóra sær í nakkanum
meðan teir útinna
síni árligu heimastýris ritual
fyri gánandi
tusistum
tá brádliga
fer hann at kvøða
Fuglakvæðið
og tikið verður undir
umborð á verjuskipinum
sum í somu løtu
stevnir inn um molan
meðan dannebrog verður
vundið á stong
og sjey skot
svara aftur og sleingjast
sum dukkufretar
millum húsaveggirnar
Nólsoyar Páll
ligur nú í einum pakkhúsi
og lurtar alspentur.
66
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo