Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Hava vit føroyingar ikki nógv at vera Gudi takksom fyri?

Millum heimsins hægstu vælferð.

Lægst hugsandi arbeiðsloysi og hægstu luttøku á arbeiðsmarknaðinum.

Minsta mun millum hægstu og lægstu inntøkubólkar (Gini-koefficientur).

Ein hin longsta miðal livialdur í heiminum.

Umboðandi fólkastýri, har øll hava sama rætt at velja (røtt og skeiv) tingfólk.

Javnstøðu millum kvinnur og menn, og javnrætt undir somu lógum.

Eitt av heimsins minstu londum við minsta fólkatali, men hægsta livistøði. Signing.

Neyvan nakað annað so lítla land hevur egið mál og mentan, fjølmiðlar, øll frælsi, flest húsaeigarar, ítróttagreinar og -íðkarar, tónleikarar, tónleikar- og bókaútgávur, høvundar, listarfólk, entá symfoniorkestur, sangkór, javnbjóðis heilsurøkt og útbúgving fyri øll. 42.000 bilar, 500 km av koyrivegum, harav 90 km av tunlum.

Eina luthersk protestantiska fólkakirkju við sama trúarfrælsi sum allar okkara fríkirkjur, samkomuhús, trúarrætningar og trúgvandi fólk í kirkju og á møti hvønn sunnu- og halgidag.

Bænadikt pávi deyður
Hugsaði um henda framíhjárætt føroyinga, nú Bænadikt pávi doyði, elligamal.

‘Alt vald korruperar, absolutt vald korruperar absolutt’, segði bretski søgufrøðingurin Lord Acton fyri skjótt mongum árum síðan.

Pávakirkjan er ein 1.700 ára gamal stovnur, sum hevur stýrt sínum nú 1,4 miljard sóknarbørnum við harðari hond.

Hon hevur kraddað til sín ómetaligt ríkidømi, men eisini gjørt ósigiliga nógv gott.

Gamli pávin umber seg nú í almennum brævi fyri ikki at hava handlað nóg skjótt og avgjørt til at fyribyrgja og steðga prestanna syndiga atburð móti børnum.

7.000 katólskir prestar hava mist kragan fyri at hava kynsliga pínt 20.000 børn umframt øll tey ónevndu undir aldur. Pávaprestar áttu at sloppið at gifta seg.

Katólska kirkjan hevur rindað 20 mia kr (= 3 løgtingsfíggjarlógir) í endurgjaldi til síni pedofilsku offur fyri skarnsgerðir farnu 70 árini.

Í USA er talið á praktiserandi katolikkum minkað 40% farnu 30 árini, og 100-tals smærri kirkjur og skúlar eru afturlatin. Ná, men vit eru øll fallin og fattast dýrd Guds.

Einki land í heiminum, har Pávakirkjan ræður, hevur ríkidømi og livistøði fyri øll í nánd av tí í protestantiskum Vestanlondum.

Vinnu-, búskapar- og sosiala ríkidømið í londum við protestantiskum arbeiðsetikki, tekniskum og upplýsingarstøði liggja tímiligu langt framman fyri katólsku londini.

Gudsdyrkan og sálarlív
Men vandi er í hvørjari vælferð. Hvør skal svara fyri seg tann eina dag.

Hevur kapitalisman sigrað seg í óføri av okkara tímiligu vælferð?

Starvsfólk í heilsu- og sosialverkinum gremja seg dúgliga um, at teim tørvar hægri játtan av skattapeningi, og starvsfólk kevja meiri skatt í løn til at virka nóg væl.

Foreldur, ið ikki makta síni børn, og lærarar, ið ikki megna sína undirvísing, lata illa at, tí børnini tíma, orka og ‘tora’ ikki í skúla, tí ‘kappingin er ov hørð’!

Okkurt bendir á, at tekniskar ‘leikur’, snildfonir og teldur eru við at fylla høvdið á tannáringum við talgildum spæli, undirhaldi, fávitsku, tónleiki, larmi og tómleika.

Um talgildar leikur spilla tíðina hjá ungum, ið skulu ganga í skúla til at læra, vera virkin av øllum alvi og heilum hugi, og skulu arbeiða við kroppi og høvdi, til tey steinsovna kl 11 og sova 8-9 tímar, so verður galið, eyðvitað.

Andaligt tómrúm innan minnir á vísdómsorðini hjá Chesterton, at ‘Tá fólk ikki longur trúgva á Gud, trúgva tey ikki á einki, men tey trúgva á hvat sum helst!.

Hagtøl tala sítt greiða mál
Hagtøl kunnu brúkast og misbrúkast til mangt og hvat.

Allar kanningar benda á, at menniskju hava eina andaliga dimensjón. Verður eitt sálarligt tómrúm í okkum, so verður galið hjá teim flestu.

Føroyska ‘bíbliubeltið’ er mest Eysturoy og Norðoyar. Ein spurnarkanningin hjá Heina í Skorini vísti, at nærum helmingur av (serliga) yngri fólki á meginøkinum trúgva ikki, at Gud er til! Tey hava tí ikki ævinleikan sum lívsmál.

Men helst trúgva føroyingar flestir á Gud, Jesus og á lív eftir deyðan gjøgnum trúgv.

Nøkur orð um vælgerð: Amerikanar geva íalt $ 3 mia um dagin, t.e. $ 1,2 billiónir um árið, mest gjøgnum sjálvbodnar, vinnings- og tí skattafríar (trúar)felagskapir.

Men vælgerðir aleina tryggja ongum lív eftir deyðan. Tær skapa tó nógv sjálvboðið arbeiði, gleði og eitt serligt nøgdsemi millum trúgvandi og onnur við.

Trúgvandi liva 5-7 ár longri
Ein risa kanning umrødd í Oxford University Press fyri 2 árum síðan vísti, at trúgvandi kristin fólk, ið ganga í kirkju og á møti eina ferð um vikuna, eru í 26% minni vanda fyri at doyggja av øllum orsøkum, 34% minni enn tey, ið drekka ov nógv, og eru í 29% minni vanda enn stórroykjarar at doyggja í ótíð.

Fleiri kanningar í Vestanlondum prógva, at trúgvandi kristin, ið ganga í kirkju og á møti ein ferð um vikuna, liva í miðal 5-7 ár longri, enn fólk, ið ikki hoyra ella lesa Guds orð, ikki hava kristin lívsvirði, men eru andaliga tóm og óvirkin.

Men mong siga: ‘Heldur 75 ár sum leyva enn 82 ár sum lamb.’ Tey um tað.

Hvør er sælur í síni trúgv (ella vantrúgv). Men lítil ivi er í, at tað loysir seg, eisini tímiliga, at liva eitt gudrøkið og ríkt trúarlív.

Kristin klára seg smbr. kanningum betur sosialt og fíggjarliga, brúka tíðina betur til útbúgving og verk, varðveita betur sítt arbeiði, hava sum heild eitt betri hjúnalív, halda familjuni betur saman, og enda sjáldnari í lógarinnar klóm og fongsli.

Sostatt loysir eitt trúarliga virkið samfelag seg betur - eisini fyri ‘heidningar’.

Hvør ræður sær. Allar signingar eru av náði. Ikki av vælgerðum.

Allar kanningar vísa hetta: Tann, ið ynskir sær og sínum eitt betri lív, gakk í kirkju og á møti eina ferð um vikuna. Tað fyllir sinni og sál og minkar andaliga tómrúmið, ið so mong hava trupulleikar av, ikki minst tey ungu.

Tað lættir helst lívið hjá ovbyrðaðum lærarum og heilsurøktarum og hevði hjálpt kommunulæknum at megna 8 tíma dag við eykavaktum fyri 1,5 mió kr í ársinntøku.

Góða halgu.
Óli Breckmann

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo