Næsta fríggjadag er fyrsti dagur, tá norska flogfelagið Widerøe fer undir sítt virksemi í Føroyum.
Flogið verður við Dash-8 propelflogførum, og flogið verður úr Bergen. Men sambært heimasíðuni hjá Widerøe, so verður flogið beinleiðis til føroyska høvuðsstaðin, Tórshavn.
Helst er her talan um eina óhepna orðing, heldur enn at tey hjá Widerøe ikki vita, hvar í Føroyum tey skulu lenda.
Flogið verður fríggjadagar og mánadagar frá 3. september.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo